Dyrkaði hassjplantur fyri at sovna

Ein maður møtti í Føroya rætti í dag, ákærdur fyri at hava dýrkað níggju hassjplantur heima hjá sær sjálvum, umframt at hava tilsamans yvir 700 gramm av hassji í varðveitslu.

 

Løgreglan framdi eina húsarannsókn hjá manninum á vári 2016 og kom tá fram á eitt kamar, har maðurin hevði eitt sokallað skunk-laboratorium.

 

Løgreglan fann níggju plantur hjá manninum, men hann hevði longu heystað allar samlar.

 

Maðurin játtaði seg sekan í at hava planturnar, men var ósamdur við ákæruvaldinum um, hvussu nógv hassj hann so skuldi dømast fyri at hava heima.

 

Hann greiddi frá, at hann í mong ár hevði havt trupulleikar við tunglyndi og fekk ikki sovið, men var komin eftir, at tað hjálpti at roykja hassj.

 

Hann var farin at dyrkað sínar egnu hassjplantur, tí at góðskan á hassjinum, sum var til keyps á gøtuni, ikki var góð nokk og tí ikki hjálpti honum.

 

Umframt tær níggju hassjplanturnar, sum skal umroknast til 256 gramm av hassji sambært hægsta rætti, fann løgreglan smá 400 gramm av hassji heima hjá manninum. Løgreglan metir tí, at maðurin skal dømast fyri bæði planturnar og hassjið, sum var funnið hjá manninum.

 

Hesum er verjin ósamdur í. Hann vil vera við, at alt hassjið, sum bleiv funnið í húsunum, stavar frá somu plantum, sum løgreglan fann. Maðurin hevði júst heystað allar planturnar og verjin metti ikki, at ákæruvaldið kundi prógvað, at hassjið kom aðrastaðni frá, enn frá somu plantum.

 

Jógvan Páll Lassen, verji, metti tí ikki, at maðurin kann dømast bæði fyri tey 256 grammini, sum Hægsti rættur sigur, at planturnar skulu dømast sum, og tey knapt 400 grammini, sum maðurin hevur fingið burtur úr plantunum. Hann heldur, at tað vil vera at døma mannin tvær ferðir fyri sama lógarbrot og at løgreglan einans ger hetta, fyri at geva manninum eina harðari revsing enn úrskurðurin hjá Hægsta Rætti annars hevði loyvt.

 

Løgreglan vil eisini hava mannin dømdan fyri 10 hassfræ, sum maðurin átti. Hon sigur, at hann allarhelst ætlaði at gera plantur úr teimum eisini. Maðurin segði hinvegin, at fyrstu níggju planturnar høvdu givið somikið, at honum ikki tørvaði meiri, og verjin vísti á, at tað ikki er ólógligt at eiga hassjfræ í sjálvum sær.

 

Ákærin bað um 80 daga treytaleysa fongsulsrevsing, 50 dagar, um maðurin einans bleiv dømdur fyri planturnar, meðan verjin helt ikki, at talan kundi vera um meiri enn 40 dagar treytaða fongsulsrevsing.

 

Dómarin valdi at taka dómin upp til viðgerð, og tí fellur dómur næsta mánadag.