- Vit fegnast stórliga um, at vit í tveir dagar dyrka okkara fólkaræðið og royna at styrkja grundarlagið undir tí.
Við hesum orðum setti Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, stóra fólkafundinum, sum er í KÍ høllini og Badmintonhøllini í dag og í morgin.
- Fólkaræðið skal tola rúkandi heitar ósemjur, eirindaleyst kjak og harðar atfinningar. Men fólkaræðið skal eisini rúma felags stevi, virðing fyri hvørjum øðrum, øðrvísi sjónarmiðjum, legði hann afturat.
Fólkaræðið skal geva eisini geva okkum rúmd til at vera ósamd, men tað skal verða uttan at niðurgera mótpartin.
Onkuntíð eru vit á markinum til, har vanligur fólkaskikkur og virðing fyri fólki gongur, men eisini tað verða vit noydd at tola og liva við onkrar løtur.
Jógvan Skorheim vísir á, at í Føroyum í styttri ímillum valdið og almenningin
Hetta er ein stór styrki fyri okkara samfelag og nakað, vit eiga at leggja stóran dent á at varðveita, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
- Tað er ongn orsøk til at hava tað ov langt ímillum politikaran og veljaran, embætisfólkið og borgaran og borgaran, ella ímillum løgmann og námsfrøðingin, sigur Jógvan Skorheim.
- Vit hittast øll á gøtuni, á stevnum til fótbóltsdyst, í barnagørðum, í veitslum og á kaffistovum. Soleiðis er okkara fólkaræðið, og okkara fólkaræðið er sterkt, sigur Jógvan Skorheim.









