Dyrgdu eftir einum stigi

Hóast teir einki fingu burturúr, so sigur GÍ liðformaðurin, at teir vóru nøgdir við avrikið

GÍ liðformenninir fella frá, og nú er nýggjur maður við bindinum um armin. Sjálvskrivaði liðformaðurin og undangongumaðurin á miðvøllinum, Sámal Joensen, hevur verið skaddur nógvu tær seinastu ferðirnar. Tá ið hann var burtur, varð Poul Ennigarð liðformaður, men nú er eisini hann farin av liðnum.

Nýggjur liðformaður er miðverjin Niclas Niclasen:

- Vit fóru á vøllin fyri í hvussu so er at halda tørn um javnleikin, og so vónaðu vit, at onkur møguleiki fór at stinga seg upp til Christian Lundberg ella onkran annan. Tað gekk striltið hjá okkum at spæla okkum til málmøguleikar, men vit megnaðu næstan alla tíðina at halda teimum burtur.

Hvat sigur tú um málið, sum teir fingu?

- Kanska eitt sindur tilvildarligt. Hans Pauli verður snýttur av vindinum, og so verður Heini í Skorini leysur.

Tað loysnaði eitt sindur hjá B36 í 2. hálvleiki?

-Vit høvdu avrátt at liggja ógvuliga tættir í teimum, og tað eydnaðist væl í 1. hálvleiki. Tað kostaði orku, og so kostaði tað eisini fleiri kort. Tað bar við sær, at tað ikki bar til at liggja eins tætt í teimum, sum vit høvdu gjørt. Tá ið teir vóru komnir framum, royndu vit at flyta spælið longri fram, men vit mugu bara staðfesta, at tað eydnaðist okkum ikki at spæla okkum til málmøguleikar, sigur GÍ liðformaðurin Niclas Niclasen.