Í fjørsummar varð argentinski Angel di Maria keyptur til Manchester United frá Real Madrid. Di Maria gjørdist tann dýrasti Premier League-leikarin nakrantíð, tí at Manchester United mátti gjalda heili 632 milliónir krónur fyri mannin.
Stórar vóru vónirnar til argentinska bóltsnillingin, men hann fann seg ongantíð reiðiliga til rættis á bretsku fótbóltsvallunum. Millum annað skoraði Di Maria bara trý mál í 27 dystum í Premier League, og hóast hann ikki er áleypari, so kann ein væl loyva sær at vænta fleiri mál frá einum manni við slíkum prísskelti.
Men nú er líkt til, at di Maria fer nýggjar leiðir fyri at fáa glið á yrkisleiðina aftur. Sambært France Football er semja rokkin ímillum Manchester United og franska PSG, sum ger, at Angel di Maria fer til París at spæla fótbólt komandi árini. Keypsprísurin er umleið 485 milliónir. Tað merkir, at Manchester United fær eitt dundrandi undirskot upp á 147 milliónir upp á ein mann, sum teir keyptu fyri bara einum ári síðani.
Lagnunnar speisemi, so er væl hugsandi, at fyrsti dystur hjá di Maria við PSG verður ímóti júst Manchester United. Komandi hósdag spæla hesi bæði feløgini nevniliga venjingardyst í USA.