Dýrari at sleppa av við ruskið

IRF hevði 7,3 milliónir í avlopi í fjør

 

Næsta ár skal tað vera eitt sindur dýrari at sleppa av við ruskið.

 

Tað hevur aðalfundurin hjá IRF samtykt. Aðalfundurin, sum var fríggjadagin, hevur nevniliga samtykt at hækka limagjaldið næsta ár.

 

Ruskgjaldið hækkar úr 1.095 krónum, upp í 1.100 krónur fyri hvønn íbúgva, og rottangagjaldið hækkar úr 190 krónum til 195 krónur fyri hvønn íbúgva um árið.

Ætlanin er eisini at hækka gjaldið 10 krónur fyri hvønn ibúgva í 2017, soleiðis at ruskgjaldið tá verður 1.105 krónur fyri hvønn íbúgva og  rottangagjaldið verður 200 krónur fyri hvønn íbúgva.

 

Annars hevði IRF eitt bruttoúrslitið í fjør upp á 49,95 milliónir krónur, sum er 4,21 milliónir betri enn í 2013. Rakstrarúrslitið gjørdist eitt yvirskot á 7,3 milliiónir, sum er 3,8 milliónir krónur betri enn í 2013.

 

Árið 2014 hevur hilnast væl, og í fjør tók IRF ímóti 10,6% meira burturkasti enn í 2013.

 

Rakstrarúrslitið fyri er eisini 6,7 milliónir betri, enn mett varð frammanundan. Inntøkurnar eru 7,8 milliómir krónur hægri enn í 2013 og  útreiðslurnar eru 4,0 milliónir krónur hægri.

 

Hækkaðu inntøkurnar stava í høvuðsheitum frá virkjum og frá at selja endurnýtslutilfari.

 

Tilsamans gjørdi IRF íløgurnar fyri 13,87 milliónir krónur í fjør. Av hesum vóru 10,9 milliónir brúktar til ymiska útgerð, ruskpláss og bingjur.

 

Tilsamans er skuldin er 14,54 milliónir krónur lægri enn í 2013, men rentuútreiðslurnar eru 590.000 krónur lægri.

 

Fíggjarstøðan javnvigar við 127,68 milliónum krónum í 2014, afturímóti 135,08 milliónum krónum í 2013

 

Á ársfundinum segði Jóanis Lisberg úr Fámjin seg úr nevndini hjá IRF, og í hansara stað varð Niels Jacob Thomsen í Hvalba, valdur.

Eftir aðalfundin bleiv Kristian Eli Zachariasen, Klaksvík, valdur til næstformann í staðin fyri Jóanis Lisberg.

 

Í nevndini hjá IRF sita nú:

Árni Jacobsen, Eysturoy, formaður

Kristian Eli Zachariasen, Norðoyggjar, næstformaður

Niels Jacob Thomsen, Suðuroy

Jonhard Joensen, Vágar

Petra Iversen, Streymoy

Bárður Olsen, Sandoy