Dynamit: Vit eru klárir

- Vit hava ongantíð áður fyrireikað okkum so væl til eina framførslu, sum vit hava gjørt til hesa. Fólk fáa eitt brak og onkur yvirraskilsi, siga sangararnir í Dynamit.

 

Klokkan 01.30 í kvøld fara Dynamit á stóra pallin á Vágsbøi. Har hava teir áður havt framúr góðar og lívligar framførslur, og bólkurin er til reiðar at taka Vágsbø við storm einaferð afturat.

 

- Vit hava vant sera nógv til hesa framførsluna, og vit kenna á okkum, at alt situr sum tað skal, sigur Hans Jákup Nystrøm, sum er annar sangarin í bólkinum.

 

- Skal ein framførsla hjá okkum verða góð, so skulu vit hava fólk við, og fólk skulu eisini kenna, at vit klára at fylla pallin út við okkara sangum og framførslu annars, sigur Niklas Heri Jákupsson, sum er hin sangarin í bólkinum.

 

Tað verður nógv tosað á festivaløkinum um framførsluna hjá Dynamit íkvøld ,og roknað verður við, at Vágsbøur verður fullur av fólki, tá ið teir fara á pallin.

 

Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.