Dynamit verður við á Summar Festivalinum, eftir at 3000 fólk hava givið teimum tummulin upp á Facebook.
Herfyri boðaði Summar Festivalurin frá, at um 3.000 fólk dámdu eina mynd av Dynamit á Facebook-bólkinum hjá festivalinum, fór Dynamit at spæla á Summar Festivalinum í august.
Hetta ljóðaði sum ein stór avbjóðing fyri bæði Summar Festivalin og Dynamit, men í dag fóru talið á teimum, sum hava dámt myndina, um 3000, og so er avgerðin tikin: Dynamit spælir á Summar Festivalinum í august.
- Góðu vinir og góðu tit øll, sum hava heitt á okkum um at luttaka á Summarfestivalinum 2012. Vit fegnast um dygga stuðulin, og er tað ikki sørt at vit blívu bilsnir, um allar teir 3000 fittu tumlarnar. Túsund takk fyri, øll somul, sigur Niklas Heri Jákupsson, sangari í Dynamit.
- Vit í Dynamit kunnu vátta, at øll manningin er tøk, og fara vit at gera alt sum liggur í okkara makt, at geva øllum tykkum, sum koma á Summarfestivalin í ár, eina feita, hugnaliga, litríka og festliga uppliving. Okkara framførsla verður við fullum power og fara vit at geva okkum fult út Vágsbøur skal kóka meira enn nakrantíð, sigur hann.
Dynamit hevur havt nakrar minniligar framførslur á Summar Festivalinum, og nú verður lagt upp til enn eitt brak við festliga poppbólkinum úr Klaksvík.
Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.