Dylan kann missa Nobel-milliónir

Amerikanski sangskrivarin og tónleikarin Bob Dylan vann í fjør Nobel bókmentaheiðurslønina, og saman við hesum heiðri fylgja góðar 6 milliónir krónur.

Men nú kann tað vera, at Bob Dylan ikki fær pengarnar.

Kravið fyri at fáa pengarnar er, at Bob Dylan heldur ein Nobel-fyrilestur innan 10. juni. Dylan avger sjálvur, hvar fyrilesturin verður, og hvat hann snýr seg um. Dylan kann eisini velja at gera fyrilesturin sum video.

Bob Dylan hevur verið ógvuliga kvirrur um Nobel heiðurslønina, og hann møtti ikki til handanina í desember.  Amerikanski sendiharrin í Svøríki læs upp eina talu, sum Bob Dylan hevði skrivað til høvið. Síðani hevur Nobel-nevndin hvørki hoyrt orð ella eið frá tónleikaraunum.

Bob Dylan skal spæla tríggjar konsertir í Svøríki komandi tíðina, og nú verður róð fram undir, at Dylan kanska fer at halda sín Nobel-fyrilestur í hesum sambandi.