Dyggur smeitur fyri ferðavinnuna

Forkvinnan í felagnum fyri gistingarhús og matstovur sigur, at Norrøna hevur ovurstóran týdning fyri vinnuna Ása Jónsdóttir sigur við Rás2, at tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri gistingarhús, matstovur og handlar, um Norrøna gevst við siglingini.

- Tað eru nógv ferðafólk við Norrønu um summarið, og hesi eru grundarlagið undir vinnuni. Og hartil vildi tað skatt okkara trúðvirði sum ferðamannaland, um ein slík farleið letur aftur, sigur Ása Jónsdóttir.

Hon vil ikki staðfesta, at hetta vil bera við sær, at gistingarhús noyðast at steingja, men hon ivast ikki í, at talan verður um bakkast.

- Og tað er ikki bara fyri gistingarhús og matstovur. Tað vildi rakt alla vinnu, sum so ella so fær ágóða av tí umsetningi, sum ferðavinnan skapar, sigur Ása Jónsdóttir við Rás2.