Dygdin í føroyskum skaldskapi

Eitt seinkað aftursvar til grein sum Ólavur í Beiti skrivaði í Dimmalætting 10.11.98

Tillukku Regin

Eg veit ikki, hvussu eg skal leggja út fyri, so brævið ikki skal gerast ein floymur av gallorðum. Men fyrst vil eg nýta høvi til at ynskja Regini Dahl hjartaliga tillukku við heiðranini av hansara lívslanga arbeiði, og takka honum fyri at hava verið ein trúgvur undangongumaður, tá talan er um modernaðan føroyskan lýrikk, og ikki at gloyma hansara mongu vøkru sangir. Hjartaliga tillukku.


Eitt slag av øvund

So eitt lítið aftursvar til sørvágs»skaldið« Øvund í Beiti. Regin Dahl hevur ikki fingið 150.000 krónur fyri ikki at hava lært børn síni føroyskt, heldur ikki fyri at búgva í Danmark. Og hví skal hann vera búsitandi í Føroyum fyri at fáa sømdargávu? Samuel Beckett og James Joyce, sum báðir vóru írar, búðu meginpartin av sínum lívi í Fraklandi. Teir fingu eisini miklan heiður í sínum egna landi. Og Beckett hevur eisini skrivað bøkur á fronskum.

Mykines búði meginpartin av sínum lívi í Danmark. Hvat um hann hevði livað nú? Skuldi hann eisini verðið útihýstur frá øllum bara tí hann hevði funnið sær ein bústað í einum landi, sum ikki er nevnt Føroyar.

Regin Dahl hevur fingið 150.000 krónur fyri í 59 ár at hava fóðrað føroyingar við sínum opnu og øðrvísi yrkingum og sínum livandi máli. Men hvussu kann ein maður sum Øvundur skilja tað - ein maður sum sigur at yrkingar ikki eru skaldskapur.

Kandidaturin hjá Øvundi til hesa sømdargávu, Axel Tórgarð, hevur uppiborið allan heiður, miskil meg rætt. Men so vítt eg veit, hevur hann ikki skrivað tað heilt stóra av upprunahandritum, men umsett eina rúgvu, og væl er tað umsett eisini.


Bókmentalig dygd

Nú fari eg í verjustøðu.

Øvundur! Tú átti at farið til psykolog. Handa øvundsjúkubyldin, ið trýstur móti skallabeininum er ósunn, og kann í ringasta føri verða tær at bana.

Ná, men nú til aftursvarið, um hvør skal bestemma um dygdina í føroyskum skaldskapi. Mín meining er tann, at ongin viðmerkir dygdina í teimum bókum sum koma út í Føroyum. Tá eg sigi, at eg ikki havi fingið ta stóru vegleiðingina viðvíkjandi innihaldinum í tí seinasta yrkingasavninum, veit eg fullvæl, at tey bæði Árni Dahl og Marianna Debes Dahl hvørki hava persónligt ella búskaparligt yvirskot at meta um dygd, uttan so at tey nokta at geva bókina út. Men eitt er sikkurt. Ein sensurur ella ein vegleiðing má vera, annars verða bara hesar evindarligu slektskaldsøgurnar útgivnar, og tann bóklistarliga dygdin hvørvur saman við hinum sjangrunum, sum ikki verða útfordraðar til fulnar.

Nú vit snakka um dygd, so fann eg eitt dømi sum, við hjálp frá tí sum Øvundur kallar »góðskumetara« (orðið luktar av fiski), ongantíð skuldi komið fyri í nøkrum skaldskapi. Dømið er úr bókini »Frøkun Snarljós og hennara dýrabæra ogn« frá 1994 av Øvundi sjálvum. Sitatið er soljóðandi: »Og systkini á Kvíggj eru dul og síggja ikki ?Dag og viku?, sjálvt ikki í einum 26-tumma sjónvarpi, Philips«.

Altso. Systkini á Kvíggj eru so dul, at tey síggja ikki sjónvarp. Heldur ikki um sjónvarpið eitur Philips. Og hetta sitatið er á síðu 9 í bókini. Eg tori ikki at hugsa mær, hvussu restin sær út.

Nú veit eg ikki um hon er skrivað áðrenn hann var í eitt hálvt ár á rithøvundaskúla í Bø (ikki í Vágunum) ella ikki. Nú vit eru við skúlan í Bø (vit eru framvegis ikki í Vágunum, men í Telemørkini) so fekk tú Jens Paula Heinesen at skriva eina umsókn fyri teg, so at tú slapp inn á skúlan. Annars hevði tú helst søkt enn. Eg mátti í hvussu so er søkja sjálvur og uttan hjálp frá nøkrum. Tú skuldi spegla tær í Jens Paula. Hann kann í hvussu so reypa sær av, at hann hevur skrivað eina tað mest nýskapandi skaldsøguna og helst tað einastu »Science fiction« skaldsøguna, ið er skrivað í Føroyum, nevnliga »Frænir eitur ormurin«. Tað kann man kalla fyri dygd, og skal ein kanónlisti gerast yvir føroyskar rithøvundar í nýggjari tíð, sum kunnu metast við heimsbókmentir, eru bert hesi verk: »Undir Suðurstjørnum«, Gunnar Hoydal. »Reglur« & »Steðgir«, Tóroddur Poulsen. »Líkasum«, Rói Patursson. »Tímar og Rek«, Carl Johan Jensen. »Ongin sól er til«, Petur P. Jensen. »Kirkjurnar á havsins botni«, Jóanes S. Nielsen og áðurnevnda bókin av Jens Paula Heinesen. Hetta eru allir sjálvkritiskir persónar, sum taka skriviyrkið fyri fult og sum tora at útfordra aðrar sjangrur, og ikki sum ættargransking ella eina endaleysa ferð inn í ein óoriginalitet, men sum eitt arbeiði.

Flestu av áðurnevndu rithøvundum eru helst samdir við mær í, at man verður ikki rithøvundur av at ganga á rithøvundaskúla. Tú fær ikki nakað prógv fyri, at nú er tú rithøvundur. Nei, at vera rithøvundur inniber, at um tú er nóg ágrýtin, kennir tú tínar vansar og fyrimunir, tá tú er vorðin eini 40-50 ára gamal. Og um tú hevur heilsuna og gerst 80, ja tá er tú vónandi komin so langt at tú kann fáa »prógv« fyri at tú er rithøvundur. Enn einaferð, tillukku Regin Dahl.


Oddfríður Marni Rasmussen

úr Keypmannahavn