Dvørgarnir og Snjóhvíta á Læraraskúlanum

Í komandi viku fara 3. árs pedagoglesandi á Føroya Læraraskúla at framføra barnaleikin Dvørgarnir og Snjóhvíta fyri barnagarðsbørnum og skúlabørnum í 1. 2. og 3. flokki

3. árs pedagognæmingar á Føroya Lærarskúla hava sent innbjóðingar til dagstovnar og skúlar kring alt landið. Leikurin, ið er um Snóhvítu og dvørgarnar, byggjir á ævintýrið hjá brøðrunum Grimm, men við fleiri nýggjum hugskotum.

Endamálið við leikinum er at geva børnum í Føroyum eina góða uppliving og eisini at menna hugflogið hjá børnum og vaksnum.Vit halda eisini,at tað er umráðandi at geva børnunum eitt sansaligt upplivilsi. Her í Føroyum hava vit tíverri alt ov lítð av leikum av slíkum slagi til børn, siga pedagognæmingarnir.

Næmingarnir hava sjálvir sett leikin upp. Leikurin er ein sameining av lærugreinunum: smíð, evning, hondarbeiði, tónleik og drama. Leikstjóri er Lillian Geisler, lærari í drama á Føroya Læraraskúla.

Sýningarnar fyri dagstovnar og skúlar verða frá mánadegi 3. oktober til og við fríggjadagin 7. oktober. Tríggjar sýningar verða um dagin: kl. 9.00, kl. 11.00 og kl. 13, tó er ætlanin av hava eina almenna sýning hóskvøldið kl. 19.00.