Sambært kappingarskipanini fyri hondbóltslandskappingina, skuldu tveir dystir verða leiktir í kvøld, týskvøldið.
Flestum kunnugt er støðan tó soleiðis, at fólkatingsval er á skránni týskvøldið, og tá hetta millum annað fer fram í ítróttahallum kring landið, er sjálvandi ikki gjørligt at spæla dyst samstundis.
Tískil eru teir báðir dystirnir millum StÍF og Neistan, sum skuldu veri á Skála týskvøldið, fluttir til mikukvøldið. Tá spæla kvinnurnar hjá hesum liðum klokkan 18.30, meðan menninir fara undir sín dyst klokkan 20.00.










