Ein 45 ára gomul kvinna doyði, tá hon og sjey ára gamli sonur hennara duttu niður í eina 30 metrar djúpa sprungu í Langjøkli í Íslandi leygardagin. Vanlukkan hendi um middagsleitið.
Tað eydnaðist bjargingarmonnum at fáa fatur á teimum báðumi, men kvinnan var deyð, tá hon var fingin upp á slætt, skrivar Vísir.
Drongurin bleiv alt fyri eitt fluttur við tyrlu á sjúkrahús. Hann hevði mist vitið, men kom skjótt fyri seg aftur.
Umleið 100 menn úr fleiri bjargingarliðum vóru við í arbeiðinum á Langjøkli.