Duttu í deyðan

Fýra menn, pápi og tríggir synir, duttu omaní Alpunum í dag. Allir doyðu Fýra niðurlendingar, ein pápi og tríggir synir hansara, doyðu, tá teir duttu oman á hægsta fjallinum í Evropa, Mont Blanc, í dag.

Mamman slapp við lívinum og er flutt á eitt sjúkrahús í Italia. Italsku myndugleikarnir siga, at tey fýra vóru bundin saman, og tá tann fremsti misti takið og datt, tók hann hini við í fallinum.

Mont Blanc er góðar 4.800 metrar høgt, og tey fýra vóru komin 3.800 metrar niðan, tá vanlukkan hendi á markinum millum Italia og Frakland.