Tíggju arbeiðsmenn doyðu í dag, tá teir duttu niður av 28. hædd á einum háhúsum, sum standa í gerð í fíggjarbýarpartinum í Manila, høvuðsstaðnum í Filipsoyggjunum. Myndugleikarnir siga, at teir ellivu menn arbeiddu á einum palli uttan á bygninginum, tá ein kaðal, sum helt pallinum, slitnaði. Allir menninir duttu niður á takið á sjeyndu hædd, og tíggju teirra doyðu.
Ein talsmaður fyri sløkkuliðið í Manila sigur, at tann 11. maðurin fekk skaða og er fluttur á sjúkrahús.