Team Klaksvík boðaði í gjárkvøldið frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Dusko Petrusic, sum undan hesum kappingarárinum kom til felagið.
Dusko hevur skrivað undir nýggjan tvey-ára sáttmála, og umframt at spæla við besta mansliðnum, fer hann eisini at hjálpa til við venjingini hjá yngru spælarunum hjá Team Klaksvík.