Durita Dahl Andreassen er nýútbúgvin sjónleikari úr sjónleikaraskúlanum á Århus Teater, nú kemur hon til Føroyar við einum øðrvísi leiki.
Leikurin “Løfter” er júst framførdur fyri fullum húsi á Århus Teater og fyri fullum sali á Edison-pallinum í Betty Nansen Teatrinum í Keypmannahavn.
Hetta er endaleikurin hjá Duritu á sjónleikaraskúlanum, og hon spælir saman við donsku Nannu Ceciliu Bang. Durita leggur ikki skjól á, at hon gleðir seg til at sleppa at fáa sínu debut sum útbúgvin sjónleikari í Føroyum.
Um leikin skrivað tær:
“LØFTER
Der var engang en forestilling, der faldt fra hinanden.
Det var egentlig en simpel historie.
En kærlighedshistorie, du allerede har hørt før.
Og nu ligger den dér, på gulvet, i tusind stykker.”
Leikurin verður spældur á Tjóðpallinum:
Leygardagin 28. juni kl. 16.00
Sunnudagin 29. juni kl. 18.00
Durita hevur áður spælt nógvar leikir í Føroyum, eitt nú sum partur av kvinnukabarettini, men eisini á Tjóðpallinum, har hon spældi við í leikinum “Aftan á undrið” hjá Jóannes Nielsen.
Leikurin er 50 minuttir og atgongumerki á 100 kr. fáast við at skriva teldupost til info(at)tjodpallur.fo. Lesandi og ung undir 26 ár sleppa inn fyri hálvan prís.