Durita skal menna mentanina í Hamar

Eftir seks ár sum stjóri fyri Opera’ini í Risaker er tíðin nú komin til, at Durita Brattaberg skiftir starv. Hon skal frameftir verða leiðari fyri einum risastórum mentanarhúsið, sum í løtuni er undir bygging í Hamar.

Tað var mest sum av tilvild, at Durita Brattaberg fekk starvið sum stjóri fyri opera’ini í Ringsaker.
- Eg sang við í operakórinum tá starvið var lýst leyst, og eg søkti so og fekk tað, hóast eg ikki hevði tær neyðugu royndirnar, sigur Durita Brattaberg.
Hon fekk starvið, sum er áramáls sett í fýra ár, og tá tey fýra árini vórðu farin søkti hon av nýggjum og fekk starvið aftur.
Durita er útbúgvin innan biologi og hon hevði arbeitt við verkætlanum, sum er nakað tað sama, sum starrvið í Ringsaker Opera’ini.
Eftir seks árum í Ringsaker Opera’ini metti Durita Brattaberg, at tíðin var komin til at royna nakað nýtt, og tá møguleikin beyðst, søkti hon starvið sum stjóri í nýggja mentanarhúsinum, sum í løtuni verður bygt í Hamar.
- Talan er um eitt rættiliga stórt hús, sum er 15.000 fermetrar. Tað skal húsa sjónleikinum í Hedemark og uppland, har verður eitt stórt bókasavn og venjingarhøli til kórsang og annað, umframt ein stóran sal. Roknað verður við einum vitjanartali millum 700.000 og 800.000 fólk, so talan er um mest týdningarmikla húsið millum Oslo og Trondheim, sigur Durita Brattaberg.

Herðaklapp
Durita Brattaberg treivst væl í Risaker, men føldi samstundis, at henni nýttist nýggjar avbjóðingar.
- Samstundis visti eg jú ikki, nær eitt starv innan mentanina aftur gjørdist leyst at søkja, og tí gjørdi eg av at royna hetta, sigur Durita Brattaberg.
Í blaðnum ostlendingen.no verður Durita Brattaberg umrødd, og tað er ikki hissini herðaklapp hon fær við á vegnum.
- Sjálvandi er tað altíð hugaligt at fáa rós, men tað arbeiði eg havi gjørt í Ringsaker havi eg ikki gjørt einsamøll, tað ber stutt sagt ikki til. Vit hava eitt gott stýri og góð fólk, sum hava sett út í kortið hvørja leið vit skulu halda, og eg skal avgjørt ikki taka mær ærina fyri tað sjálv, sigur Durita Brattaberg.
Hon tekur væntandi við starvinum 1. juni, og hon verður sum nevnt við at byggja nýggja mentanarhúsið upp frá grundini.