Durita Dam í Smiðjuni

Fríggjadagin 5. desember kl. 14 verður fernisering við málningum hjá Duritu

Dam í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er fyrstu ferð, at Durita Dam sýnir fram einsamøll. Myndirnar, sum eru

akrylmálningar, hevur hon málað seinastu tvey árini.

Durita Dam er 55 ár og hevur altíð fingist við at skapa myndir; bæði við at

tekna, mála, seyma og klippa.

Hon hevur áður havt myndir við á Ólavssøkuframsýningini og saman við øðrum.

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík verður opin í fimm dagar, frá fríggjadegnum 5. til og við týsdagin 9. desember.

Opið er hvønn dag frá kl. 10-18, tó sunnudagin frá kl. 14-18.