Durðavørður fangaði tjóv

Sunnunáttina tók ein maður eina fløsku av brennivíni inni á Manhattan í miðbýnum í Havn, men hann var fangaður av einum durðavørði.
Tysti maðurin var gestur inni á Manhattan, tá ið hann bráddliga stjól eina fløsku av brennivíni í barrini og rann avstað. Durðavørðurin, ið var til arbeiðis á Manhattan, rann eftir manninum, og hann fekk fatur á honum aftur beint við Káta Hornið.
Løgreglan var boðsend, men maðurin slapp sær til rýmingar, áðrenn løgreglan kom á staðið. Manhattan fekk tó fløskuna aftur, og á politistøðini verður sagt, at tey hava illgruna um, hvør maðurin er, og hann verður tí tikin inn á støðina til avhoyringar fyrsta dagin.