Ein av størstu dupultagentunum undir kalda krígnum, George Blake, er deyður, 98 ára gamal.
George Blake, ið var føddur George Behar, stríddist fyri hollendsku mótstøðurørsluna undir øðrum heimsbardaga, og tað var soleiðis hann fekk innivist í bretsku fregnartænastuni, MI6, eftir krígslok.
Undir Koreakrígnum gjørdist Blake kommunistur og gjørdi av at njósnast fyri russisku fregnartænastuna, KGB.
Sambært BBC førdi njósningin hjá Blake til, at í minsta lagi 40 bretskir MI6 agentar vórðu sviknir og doyðu.
Blake varð avdúkaður og handtikin í 1961, men megnaði í 1966 at flýggja úr fongsli til Russlands.
Í samrøðu við BBC í 1990 játtaði Blake, at hann hevði svikið um 500 bretskar agentar til russisku fregnartænastuna, men hann noktaði, at 42 teirra skuldu hava latið lív orsakað av svikinum.