Britney Spears er kanska við at vinna fyrrverandi status sín sum poppdrotning aftur, men ein bólkur av fólkum eru ikki glað fyri hetta ?nevniliga fólk frá djóraverndarfeløgum. Til videolagið til nýggja lag sítt ?Circus? upptraðkar poppdrotningin í einum sirkus?i, har elefantar vísa fram ymiskar kynstir og hetta hevur uppøst fólk frá People for the Ethical Treatment of Animals (PETA).
Eitt umboð fyri felagsskapin segði herfyri við FemaleFirst:
- Tá ið hon knappliga datt niður frá høga plássi sínum, var tað ikki pent. Og nú, tá ið hon aftur er á veg upp, velur hon at útstilla fílar í sirkusklæðum. Hon er ofrið hjá øllum paparazziarunum og hon er altíð noyðist at vera inni í húsi sínum og ikki kann vera frí, so hon burdi kunnað sett seg inn í, hvussu ónt tað er at halda djórum í búri og nýta tey sum undirhald, men hon hevur sjálv valt at upptraðka og liviháttur hennara fylgir við. Djór verða tikin burtur frá mammunum, tá ið tey eru heilt ung, og lagt í ketir fyri at fáa tey at akta.