Dupultkvartettin í Vestmanna Kirkju

Dupultkvartettin í Ebenezer og Vestmanna Kirkjukór luttaka í adventshugnanum í Vestmanna Kirkju í dag.

Fyrsta sunnudag í advent er adventshugnin í Vestmanna Kirkju nakað serstakt. Undanfarin ár hava onnur kór frá ymiskum samkomum luttikið. Hesaferð hevur tað eydnast Vestmanna Kirkjukóri at fáa Dupultkvartettina í Ebenezer at luttaka.

Nýggir sangir sum Raymund Nielsen hevur umsett verða á skránni. Eisini syngur Joana Johansen solo. Aftaná adventshugnan, sum byrjar kl. 19, verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum, har øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir.