Dupultkvartettin “Vega” syngur í Ribarhúsi í kvøld

Í kvøld, týskvøldið 13. des. kl. 21, verður konsert í Ribarhúsi í Fuglafirði. Tað er dupulkvartettin “Vega” ella “Teir átta”, ið teir eisini hava verið nevndir, sum syngja.

Hesir menninir úr Fuglafirði hava nú í nøkur ár sungið saman – mest til hugna og stuttleika. Men serliga um jóltíðir hava teir verið runt á eldrasambýlum í Eysturoynni og eisini í Klaksvík og sungið – og av og á hava teir verið bidnir at syngja til ymisk høvi.

Fyrst í august mánaði vóru teir í Íslandi og sungu á Fiskidegnum Mikla í Dalvík á Norðurlandinum. Eisini var konsert bæði í Reykjavík og á Akureyri.

Í Ribarhúsi í kvøld syngja teir sjálvandi jólasangir, men eisini annað tilfar er á skránni, m.a. frá íslandstúrinum.

Systrarnar, Sonja og Ragna í Lambanum, fara eisini at syngja nakrar sangir.

Aftaná verður ein kaffimunnur á Ribarhús-loftinum.