Kyndil-Neistin 26-29 (12-16):
Hóast Kyndil ikki hevur havt tað lætt í ár, so góvu teir í løtum Neistanum ein skarpan gang í dag.
Teir bláu vóru allan dystin omaná, men tað eydnaðist ongan tíð veruliga at skræða seg leysan av mótstøðuni, sum støðugt royndi at halda fast.
Móti dystarenda fekk Kyndil eisini minkað munin niður í eitt mál, men meira enn tað sama gjørdist talan tó ikki um, og so kundu teir bláu draga andan lættari, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð.
Fyri Kyndil skoraði Hans Áki Dal-Christiansen 8 mál. Finnur Hansson skoraði 11 av málunum hjá Neistanum.