Dupult konsert við Døgg Nónsgjógv og Konsørn í kvøld

Fríggjakvøldið 22. mars, verður dupult konsert við Døgg Nónsgjógv og Konsørn.

Tíðindaskriv

 

Døgg Nónsgjógv lat farnað heyst úr hondum EPina “Døggfallin”.

 

Til konsertina fer hon at framføra løgini av EP’ini, umframt nøkur spildurnýggj løg. Í apríl kemur út remix útgáva av allari EP-útgávuni. Fyrsta staklagið verður Óttabrúgv // pal remix, ið kemur út sama dag, sum konsert verður í Listastovuni. So her verður nakað at hátíðarhalda. Umframt hetta koma Døggfallin og Døggfallin // remix út sum LP útgáva um sama mundið.

 

Í mai mánaða gongur leiðin til Danmarkar at framføra á Spot Festival, har Døgg Nónsgjógv er sloppin ígjøgnum tronga nálareygað hjá hesum navnframa festivali.

 

Við sær á pall hevur hon Høgna Lisberg á guitar, Jan Rúna Poulsen á elektronik og slagverk, og Mattias Kapnas á klaver.

 

Tey sum koma á konsert í Listastovuni í kvøld, kunnu sum tey fyrstu ogna sær LP’ina, sum kemur út 5. apríl.

 

 

 

Konsørn

 

Konsørn er ein sonisk duoverkætlan mannað av Jan Rúna Poulsen og Mattiasi Kapnas.

 

Konsørn byrjaði á Christianshavn, har teir báðir limirnir vóru grannar. Síðan er bólkurin afturkomin til Føroya at búgva og virka. Fyrsta útgávan, “1418”, varð útgivin á sumri í 2022.

 

Mattias og Jan Rúni hava báðir lisið á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn á ávíkavíst klassiskum klaveri og klassiskum slagverki.

 

Tónleikurin er instrumentalur og eyðkendur av einari leitan eftir klangum og samljóðum millum ymisk sløg av klaveri og slagverki umframt til tíðir stórum ísletti av elektronikki.

 

Í samstarv við FMX upptók Konsørn trý løg, ið hava verið at sæð í Kringvarpinum í “Í Luftini”.

 

Sterka huglagið verður í hásæti, tá Døgg Nónsgjógv og Konsørn framføra.

 

 

 

Konsertirnar byrja kl. 20.00.