Dupult Hip Hop við Swangah og Snowgoons á G!

Ársins føroyski live bólkur Swangah og týsku hip-hoppararnir Snowgoons vera millum nøvnini á ársins G! Festivali.

Ársins føroyski live bólkur Swangah og týsku hip-hoppararnir Snowgoons vera millum nøvnini á ársins G! Festivali.

Báðir bólkarnir eru kendir fyri sínar orkufyltu konsertir og tí kunna vit garantera, at veitslurómurin verður øgiligur, tá ið Swangah og Snowgoons bjóða eina dupulta portión av Hip Hop á G!.


Snowgoons
The Snowgoons eru altjóða viðurkendir hipp hopp framleiðarar. DJ Illegal, Det Gunner, Sicknature og J. S. Kuster manna bólkin, sum hevur latið fimm útgávur av hondum, har fleiri av fremstu undirgrundsnøvnunum á hipp-hopp-pallinum hava givið sítt íkast.

Seinastu árini hava The Snowgoons vunnið nógva viðurkenning báðu megin Atlantshavið fyri teirra skitnu, ektaðu og eklektisku rútmur.

Teir hava samstarvað við eitt nú við legendarisku M.O.P. úr New York, Reef The Lost Causze frá Philadelphia, og í ár hava Snowgoons givið út eitt verk í samstarvi við amerikanska hipp hopp-bólkin Onyx.

Hóast The Snowgoons eru best kendir, sum framleiðarar, so hava teir hava eisini liveframførslur, sum DJ Illegal og Sicknature standa fyri, og teir hava spælt kring Evropa, USA og Kanada saman við viðurkendum bólkum sum M.O.P., La Coka Nostra, AOTP, Goondoz, Sabac Red og fleiri við teimum. Nú koma teir á G!.

Swangah
Tað var ikki av tilvild, at valið fall á Swangah, tá føroyingar skuldu velja ársins live bólk 2013 á Faroese Music Awards.

Síðani Swangah fingu sítt gjøgnumbrot á G! 2011 hevur tað bert gingið ein veg, og er Swangah eitt tað heitasta navnið í føroyskum tónleiki. Ummælari á Sosialinum skýrdi framførsluna á G! 2011at vera ta bestu konsertina á festivalinum, og nú hava teir møguleikan at endurtaka bragdið.

Við eini langari røð av konsertum kring Føroyar og uttanlands, umframt tvær fløguútgávur, eru Swangah nú til reiðar til at fáa G! Festival á kók.

Swangah smæðist ikki við at ganga nýggjar leiðir. Hetta sæst millum annað í samstarvum við aðrar tónleikarar, útlendskar eins væl og føroyskar. H

Ársins G! Festivalur verður í døgunum 17. - 19. juli. Vitjið gfestival.fo fyri meira kunning um skrá og atgongumerki.