Fimleikur
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man
Fríggjadagin eydnaðist tað hjá Marit Magnussen at vinna gullið, sum hon ikki fekk, tá fría kappingin var á gólvinum mikudagin. Ta ferðina datt hon í eini seriu, sum hon seinastu tveir mánaðirnir hevur vant at kalla uttan mistøk, so einki er at ivast í, at hon var ovurfegin, tá hon fríggjadagin hevði ikki minni enn trý heiðursmerki um hálsin.
Tað var nenvliga ikki bert á gólvinum, at Marit stóð seg væl. Umframt gullið í sínari favoritt grein, vann hon eisini silvur í lopi, og samanlagt var hetta nóg mikið til at tryggja sær gull í samlaðu kappingini. Eitt gullmerki, sum hon átti saman við einari gentu av Isle of Man.
- Beint eftir, at hon hevði fingið heiðursmerkini um hálsin, hittu vit Marit, og sum vera man, var hon ovurfegin um hetta.
- Mikudagin datt eg eitt gullmerki burtur, so á ein hátt, er hetta eitt gott plástur á sárið. Tað gjørdi tað so ikki verri, at eisini vann gull samanlagt. Hóast eg plagi at standa meg hampuliga væl í lopi, so hevði eg avgjørt ikki roknað við tí, segði Marit at enda.
Mynd av Marit
Hetta var eitt plástur á sárið, segði Marit um gullið, sum hon nú vann í bundnu kappingini
Mynd av venjaranum, meðan hann dansar:
Landsliðsvenjarin, Henrik Berthelsen, hevur enn ikki lært føroyska tjóðsangin, men hann kundi tó dansa av gleði saman við hinum føroyingunum