Dunnurnar sundurskræddar av leysgangandi hundum

Tað var ein ótespilig sjón hjá Finnboga Joensen í Vestmanna, tá hann seinasta leygardag skuldi geva dunnunum í Viðarlundini - allar dunnurnar vóru sundurskræddar av leysgangandi hundum

Við Finnboga Joensen á odda hevur Vestmanna seinastu árini verið eitt fyridømi innan umhvørvisvernd og endurnýtslu av burturkasti.

Tað var eisini Finnbogi, ið kom við hugskotinum um viðarlundina í Vestmanna, sum er ætlað sum ein frístaður fyri børn og vaksin.

Viðarlundin í Vestmanna er ein sjálvsognarstovnur við eini nevnd, har Finnbogi Joensen er formaður, sum umsitur økið. Alt arbeiði, ið verður gjørt í viðarlundini, er sjálvboðið.

Síðan 1990 hava skúlabørnini í bygdini plantað eitt træ í part í viðarlundini, og so hvørt sum nýggir flokkar koma afturat, planta tey eisini nýggj trø.

Økið, ið er 20.000 fermetrar til støddar og er innigyrt við hegni. Har eru gøtur og beinkir til fólk at sita og hvíla seg á. Seinastu 12 árini hava umleið 30-40 dunnur hildið til í lagdini, har Gjógvará rennur gjøgnum viðarlundina.

Børn frá útbarnagarðinum koma javnan í viðarlundina at hugna sær og geva dunnunun.

Nú sær tað út til at hugnin í viðarlundini er heilt burtur, allastaðni liggja sundurskræddar dunnur, sum leysgangandi hundar í bygdini hava gjørt seg inn á.

Finnbogi Joensen er sera harmur um tað, sum er hent. Hann sigur, at málið er meldað til politiið í Vágum, sum hava ábyrgdina av Vestmanna. Teir lovaðu at taka málið upp. Hetta er eitt mál sum bygdaráðið og politiiið má taka sær av, sigur Finnbogi.

Um hundaeigararnr høvdu tikið ábyrgd av sínum egnu hundum, var eingin trupulleiki. Hundarnir hava als ikki loyvi at ganga leysir, sigur Finnbogi, sum kundi hugsað sær eisini at havt t.d. hønur, kalkunir og annan flogfenað, men sum umstøðurnar eru nú, ber ikki til at hava nakað sum helst, alt verður skrætt sundur og dripið.

Finnbogi vónar, at lógin verður hondhevað, og avvarðandi myndugleikar taka sær av málinum, soleiðis at viðarlundin aftur verður eitt hugnaligt stað hjá bæði børnum og vaksnum.