Dunnaldur sleppur ikki at halda føðingardag

Disney noktar Dunnaldi Dunnu at halda 75 ára føðingardag. Disney heldur, at tað fer at órógva ungu lesararnar, um teir fáa at vita, at Dunnaldur er so gamal Týsdagin fyllir Dunnaldur Dunna ? á okkara leiðum líka væl kendur sum Anders And ? 75 ár, men Dunnaldur stakkalin sleppur ikki at halda føðingardagin.

 

- Minnist til, vit halda ikki føðingardagin hjá Dunnaldi, sigur Disney í einum boðum, sum eru farin um allan heim.

 

Orsøkin til boðini er, at Disney vil ikki gera meira enn neyðugt vart við, at Dunnaldur er 75 ára gamal. Tey halda, at børn og ung verða órógvað, um tey fáa at vita, at Dunnaldur er líka gamal sum ommur og abbar hjá teimum.

 

Ein kelda í norðurlendsku deildini hjá Disney sigur við danska blaðið BT, at Disney-høvuðsdeildin í USA stýrir brandingini av Dunnaldi, og føðingardagar og høgur aldur skal ikki verða partur av hesari branding.