Dundurfréttir: Tað er so heimligt at verða í Føroyum

Á fjórða sinni vitjar íslendski bólkurin Dundurfréttir her á Føroya landi. Dundurfréttir fer at spæla løg hjá legendariska rockbólkinum, Deep Purple í dansifrøi í annaðkvøld. Dyrnar lata upp klokkan 21.15.

 

Fyrstu ferð Dundurfréttir vitjaðu í Føroyum var í 2009, tá ið bólkurin framførdi The Wall eftir Pink Floyd saman við Føroya Symfoniorkestri á trimum fullsettum konsertum í Norðurlandshúsinum.

 

Aðru ferð var í 2011, tá ið bólkurin framførdi The Dark Side of the Moon eftir Pink Floyd, har vóru um 800 áhoyrarar til konsertina.

 

Og seinast Dúndurfrettir vóru í Føroyum, var í fjør, tá ið teir høvdu eitt Led zeppelin kvøld í Norðurlandahúsinum.

 

Nú koma teir so aftur til Føroya, hesuferð við tónleiki eftir Deep purple.

 

Sangarin, Mattias Mattiasson sigur, at teir stórtrívast í Føroyum, og at tað er ógvuliga heimligt at spæla í Føroyum, og teir ætla at geva alt sum teir eiga í annaðkvøld.

 

Aftaná konsertina við Dundurfrettir verður dansur og konsert við føroyska bólkinum Deiggj.

 

Deiggj hava seinastu árini lagt dentin á at spæla klassiskan rock frá sjetiárunum. Serliga kendir eru teir kendir frá Uriah Heep tiltøkunum teir hava havt, eitt nú saman við John Lawton, sum sang í Uriah Heep eitt skifti.

 

Deiggj spæla eisini løg hjá Clapton, Gasolin, Rolling Stones, the Doors, Dire Straits og øðrum. 80 atgongumerki eru eftir til tiltakið, og tey fáast til keyps í Tutl, og annars við dyrnar.

 

Undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu á enskum við Mattias Mattiasson, sangara í Dundurfréttum.