Scottish Premier League hevur bjóðað Dundee FC at fáa plássið hjá Glascow Rangers, sum er farið á húsagang.
Rangers má byrja heilt av nýggjum og tað merkir, at teir verða at finna í Division Three, sum er fjórðbesta skotsla deildin.
SPL feløgini hittust á fundi í dag at viðgera støðuna, og semja var um, at bjóða Dundee FC, sum gjørdist nummar tvey í Division One, at fáa plássið hjá Rangers. Talan var eisini um, at lata Dunfermline halda fram í SPL, eftir at teir endaðu niðast í Scottish Premier League seinasta kappingarár.
Tað var Scottish Football League sum gjørdi av, at Glascow Rangers skuldi niður í Division Three at byrja heilt av nýggjum.
- Semja er um, at Scottish Premier League skal samstarva við Scottish FA, SFL og Rangers, at felagið skal byrja í Division Three hetta kappingarárið, sigur SPL í einari fráboðan.
- Samstundis er semja um, at Dundee FC skal fáa í boði tóma plássið í Clydesdale Bank Premier League, heldur fráboðanin fram.