Hýrurin var onki serligur í Mentamálaráðnum í morgun, tá tíðindafundur var um úrslitið av veruligu PISA-kanningini.
Tá úrslitið av undankanningini varð kunngjørt í mai 2006, vóru føroyingar fullkomiliga tiknir av bóli, tá tað vísti seg, at vit lógu á botninum, samanborið við onnur lond í OECD.
30. mars í 2006 varð so tann veruliga PISA-kanningin gjørd, og var tað úrslitið av hesari kanning, sum var kunngjørt í dag. Tey ungu, sum eru við í altjóðakanningini, eru 15-16 ára gomul, og eru sostatt úr ymiskum skúlaformum, í høvuðsheitum úr 9. flokki í fólkaskúlanum. Í PISA-Føroyum 2006 luttóku 764 næmingar á 9. floksstigi í 23 skúlum.
Í niðurstøðuni av kanningini verður sagt, at undankanningin fyri PISA-Føroyar 2005 var orsøk til vónbrot vegna tey vánaligu úrslitini. PISA-Føroyar 2006 vísir, at ávísar broytingar eru í sambandi við støddfrøði og náttúrufak, men at talan framvegis í einari altjóða samanbering er um vánalig úrslit, ið geva orsøk til stúran.
Náttúrufakini
Í niðurstøðuni frá Pisa-kanningini 2006 sæst, at næmingarnir liggja á einum lágum støði, tá ið umræður náttúrufak, harav liggja teir munandi lægri enn hini Norðurlondini. Samanborið við øll londini í kanningini enda Føroyar á á einum 47. plássi, millum Tailand og Rumenia. Sermerkt er harumframt, at føroysku genturnar duga lutfalsliga betur enn dreingirnir at kenna aftur náttúrufakligar spurningar. Í flestu londum eru dreingirnir annars betri enn genturnar á hesum øki.
Lesing og støddfrøði
Eisini í sambandi við lesing liggja føroysku næmingarnir lágt, á einum 45. plássi millum Meksiko og Bulgaria. Í støddfrøði er støðið heldur frægari, á einum 41. plássi millum Grikkaland og Ísrael - men framvegis munandi lægri enn norðurlendska miðalstigið. Í mun til PISA-Føroyar 2005 eru broytingar at síggja í náttúrufakum eins væl og í støddfrøði.
Útbúgvingarstøðið heima
Í Føroyum eins og í øðrum londum er samband millum testúrslitini hjá næmingunum og útbúgvingarliga bakstøðið hjá foreldrum teirra. Snýr tað seg um vinnuligan status, er aftur beinleiðis samband. Somuleiðis er samband millum testúrslitini og útbúgvingarligt tilfeingi í heiminum, eins og samband er, tá ið tað snýr seg um materiellar ognir í familjuni.
Viðvíkjandi uppmerksemi í umhvørvisspurningum liggja føroysku næmingarnir munandi lægri enn støðið hjá OECD. Men teir eru meira bjartskygnir viðvíkjandi útlitunum fyri umhvørvinum, enn miðal-støðið hjá OECD.
KT-nýtslan hjá næmingunum
Samanumtikið má sigast, at føroysku næmingarnir eru aftanfyri donsku næmingarnar, tá ið tað snýr seg um at nýta teldu í skúlanum og at ogna sær teir førleikar, sum eru knýttir at nýtslu av tekstviðgerð, rokniarki, viðfesti í telduposti og telduframløgum.
Annars verður eisini sagt í niðurstøðuni í kanningini, at greið tekin eru um, at ein heldur øðrvísi og neyvan heilt gagnlig fakdidaktisk siðvenja hevur fingið fastatøkur á náttúrufakunum í føroysku skúlunum, í mun til tað, sum er galdandi á hesum øki í Danmark. Eisini er heilt greitt, at føroyska bókasavnsstøðið darvar undirvísingini, eins og KT í undirvísingini ikki verður tikið við í nóg stóran mun. Undranarvert er, at nýtslan av tekstviðgerð og rokniarki í undirvísingini er so sera lítil.
Átøk síðstu tíðina
Sambært Mentamálaráðnum eru ávís tiltøk framd síðani undankanningina sept. 2005. Fleiri tímar í 1., 2. og 3. flokki, økt játtan til undirvísingarmiðlar, setan av lesiráðgeva, fleiri skúlar hava framt lesiátøk, støðuroyndir verða settar í verk, landsroyndir verða settar í verk, kravt at fara til fráfaringarpróvtøku fólkaskúlans í øllum lærugreinum, ásetan av innihaldi í forskúlaflokki og greið mál í lesiætlanunum
--
Myndatekstur til talvuna:
Náttúrufak: 419 stig í mun til 383 í 2005
Lesing 409 stig í mun til 405 í 2005
Støddfrøði 450 í mun til 430 í 2005









