Hóast hon var dumpað 949 ferðir í teori, gav hon ikki skarvin yvir. Herfyri - og í roynd nummar 950 - kláraði hon fyrra partin, og nú er so koyriroyndin eftir. Hin 68 ára gamla suðurkoreanska kvinnan, Cha Sa-soon, hevur leingi havt ein dreym um at fáa koyrikort til bil.
Hon selir grønmeti í býnum Wanjang, og eitt koyrikort hevði tí verið nógv praktiskari hjá henni at havt.
Eins og um okkara leiðir, noyðist tú í Suðurkorea at taka teoriroynd og koyriroynd, um tú skal fáa koyrikort til bil.
Fyrstu ferð, Cha Sa-soon var uppi í teori, var í apríl í 2005.
Men tað hevur ikki gingið betri enn væl hjá suðurkoreansku kvinnuni. Hinvegin vildi hon ongantíð geva skarvin yvir.
Herfyri slapp hon so ígjøgnum nálareyga og stóð teoriroyndina, sum altso var roynd nummar 950 hjá henni.
- Cha Sa-soon er kend her, og vit beundra hennara áhaldni og mót, sigur ein av koyrilærarunum við Korea Times.
Nú er so suðurkoreanska kvinnan til reiðar at fara upp í koyring.
Eisini vit á Portalinum ynskja henni góða eydnu ☺