Costin í var venjari hjá STÍF í tíðarskeiðinum 2000-2003, og nú kemur hann frá einum starvi sum leikandi venjari hjá felagnum Romvag Caracal í Rumenia.
- Tjaldur ætlar sær at arbeiða miðvíst í móti, at hava minst eitt lið í øllum deildunum (kvinnur og menn) um 2 ár, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Tjaldur spælir í bestu kvinnudeildini komandi kappingarár, og málsetningurin hjá felagnum er at verða við í oddastríðinum í landskappingini og at gera tað enn betur enn seinast í komandi steypakappingini.