Dult sum mansmorð, at útlendingar fingu lítla og onga løn

Føroya Rættur gjørdi ikki viðmerking til, at reiðarin á Arctic Viking, sum mansmorð vil fjala útyvir, um hann hevur goldið hýru til litavarnar. FF hevur til fánýtis biðið reiðarin leggja prógv fram um, at hann hevur goldið litavunum gjøgnum føroysku A-skattaskipanina

Hetta er sera óheppið, tí um hetta verður gongdin, so er latið upp fyri svørtum arbeiði í Føroyum. Tað merkir, at vit ikki hava pengar at reka almennu Føroyar við. Hetta kunnu føroyingar ikki góðtaka. Dómurin var heldur ikki í trá við politiska viljan, har løgtingið við lóg hevur samtykt, at ikki skal gerast munur á føroyingum.

Føroya Fiskimannafelag fer als ikki at góðtaka, at reiðarin lækkar hýruprosentið, sum ásett er í sáttmálanum og stingur vinningin í egnan lumma. Føroya Fiskimannafelag hevur gjørt ein sáttmála, og hann halda vit fast um, sjálvandi.

Tað hevur verið sagt, í blaðgrein, at vit ikki hava roynt at verja útlendingar móti mismuni, men tað er ikki rætt, tí samráðingarnar við Føroya Reiðarafelag, vóru tætt við at slitna, júst vegna, at Føroya Fiskimannafelag ikki góðtók, at útlendingar fingu minni hýru enn føroyingar. Agnið hjá Føroya Reiðarafelag var, at limirnir í Føroya Fiskimannafelag, skuldu deila partin hjá útlendinginum. Eftir hetta, fingu allir nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag bræv um, uttan formaðurin sjálvandi, um hvussu ringur formaðurin var at arbeiða saman við, bara tí hann ikki vildi gera mismun á fólki.

Sum tann gløggi lesarin longu hevur lagt til merkis, so var tað eitt sáttmálakrav frá Føroya Reiðarafelag. Hetta merkir, at reiðarafelagið hevur kravt broytingar í sáttmálanum, soleiðis at avroknast kann sum P/F Líðin hevur gjørt. Juristar er samdir um, at hetta merkir, at heimild er ikki frammanundan í sáttmálanum um, at avrokna soleiðis. Tað er heldur ikki vanligt, at reiðarar avrokna soleiðis, men hava goldið útlendingum sjálvir, um teir ikki eru partur av manningini.

Tá eitt sáttmálakrav er sett fram, er tað bindandi, tí er P/F Líðin avvápna innan málið kemur í hægri rætt. Sum dømi kann nevnast, Starvsmannafelagið, Føroya Skipara & navigatørfelag og maskinmeistarafelagið høvdu eitt mál um avspákingardagar í Gerðarætti. Starvsmannafelagið og FSN fingu viðhald í síni sak, meðan MF tapti sína. Grundgevingin var, at MF hevði havt avspákingardagar sum sáttmálakrav.

Nógvir limir í FF eru illa nøgdir við, at fyrrverandi formaðurin tykist heldur stuðla reiðaranum, enn at stuðla limum í FF. Her verður sipa til frágreiðingina hann hevði sum vitni í sakarmálinum, tað eru fleiri, sum ikki kennast við tað hann segði í rættinum. Fyrrverandi formaðurin sigur, at tað er nýtt fyri hann, at aðrir fáa meir, tá aðrir fáa minni, men avrokningar vísa nakað annað.

Tað mest ynskiliga og etiska er, at allir verða virdir líka, og vit vóna, at vit fáa hjálp frá okkara myndugleikum, til at fora fyri útnyttan av fólki, bara tí tey koma frá einum øðrum landi.