Heilsumálaráðið og landsstýrismaðurin í heilsumálum hava í umbúna at trýsta ein nýggjan bygnað oman yvir sjúkrahúsverkið og avmarka starvið sum sjúkrarøktarstjóri til bert at vera eitt eiti. Harvið viknar sjúkrarøktin í sjúkrahúsverkinum, ið allir føroyingar hava rætt til og rinda fyri.
Tað er niðurstøðan av einum fundið millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og landsstýrismannin í heilsumálum, Hans Paula Strøm. Fundurin varð hildin í gjár, mikudagin 25. mars.
Vár í Gong, formaður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur:
- Hvørki Heilsumálaráðið ella landsstýrismaðurin skulu ivast í, at felagið tekur hetta mál í allar størsta álvara. Undir ongum umstøðum góðtekur felagið hesa ætlan, ið vit onga ávirkan hava havt á. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er til reiðar at taka øll neyðug stig.
Bygnaðarbroytingar við slagsíðu
Seinastu mánaðirnar hevur Heilsumálaráðið arbeitt sera skjótt við bygnaðarbroytingum fyri Landssjúkrahúsið og alt sjúkrahúsverkið. Umframt landsstýrismannin hava bert ávísir persónar í sjúkrahúsleiðslu og Heilsumálaráðnum havt kunnleika til innihaldið í broytingunum.
Starvið sum sjúkrarøktarstjóri hevur – tilvitað – verið ómannað hesa tíðina. Tí var vandi fyri, at júst sjúkrarøktin fór at verða við skerdan lut í arbeiðnum.
Vandin varð staðfestur á fundinum í gjár: bygnaðarbroytingarnar hava álvarsliga slagsíðu, tí sjúkrarøkt verður niðurprioriterað, og starvið sum sjúkrarøktarstjóri gerst bert eitt eiti.
Duld dagsskrá
Landsstýrismaðurin talaði á fundinum nógv um, at sjúkrarøktarligi parturin sjálvandi skal prioriterast, og røktarfakkunnleikin skal hava ávirkan. Veruleikin var, at ein stórt sæð púra liðug ætlan um bygnaðarbroytingar varð løgd á borðið.
“Hesin arbeiðsháttur er óhoyrt óseriøsur. Ein liðugtgjørd ætlan verður framløgd. Úrslitið av hesum arbeiðshátti er eitt stórt afturstig fyri sjúkrarøkt og harvið fyri føroyska sjúklingin, ið eigur at vera í miðdeplinum hjá sjúkrahúsverkinum”, sigur Vár í Gong, formaður.
Útvatnað starv sum sjúkrarøktarstjóri
Partur av ætlanini hjá Heilsumálaráðnum og landsstýrismanninum er, at starvið sum sjúkrarøktarstjóri skal ikki lýsast leyst, so sum almenni setanarpolitikkurin annars krevur.
Í staðin skal ein navngivin persónur í sjúkrahúsverkinum setast í starvið og hava tað afturat sínum verandi starvi.
“Soleiðis verður starvið sum sjúkrarøktarstjóri undirgrivið, og forðað verður fyri, at onnur fólk við góðum førleikum kunnu søkja. Hesa mannagongd fara vit undir ongum umstøðum at góðtaka”, sigur Vár í Gong.
Hon leggur stóran dent á, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er sera opið yvir fyri bygnaðarbroytingum, nýskipan og nýskapan í sjúkrahúsverkinum. Treytin er tó, at spælt verður við opnum kortum, og at fakkunnleikin innan sjúkrarøkt fær tað vekt og ávirkan, atlitið til sjúklingin krevur.
Øll álitisfólk kallað inn
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kallar í dag álitisfólk á øllum trimum sjúkrahúsum til fund í Havn fríggjadagin kl 9.30.
“Øll sjúkrarøkt á øllum sjúkrahúsunum verður rakt av ætlanini, um hon verður sett í verk. Eg kann ikki undirstika nóg týðiliga, at felagið er til reiðar at taka øll neyðug stig”, sigur Vár í Gong, formaður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.