Bøgan, ið verður rópt Wisdom, var ringmerkt afturi í 1956, og hildið verður, at hon er 66 ára gomul, veit ABC News at siga.
Tað vil siga, at talan er um heimsins elsta sjófugl, sum menn vita um, men allíkavæl er Wisdom ikki eldri enn so, at hugurin og evnini at bera ættina víðari er av tí besta.
Fyrst í hesum mánaðinum sóu fuglafrøðingar, at bøgan var komin heimaftur til Midway-oyggjarnar, sum liggja góðar 1.100 fjórðingar í ein útnyrðing úr Hawaii.
Har liggur Wisdom nú á einum eggi í reiðrinum, hon og steggi hennara hava brúkt øll árini, síðani bøgan var merkt, og hesi árini hava tey fingið tíggjutals ungar.