Vegna avmarkingar av korona, varð skipað fyri móttøku í gjár.
Handilin Dugni hevur áður verið á Kambsdali, men hann er nú fluttur til Klaksvíkar.
Handilin hevur fingið navnið Tinghúsið, og hann fer at selja møblar, innbúgv, barnaútgerð, húsarhaldsútgerð og nógv annað. Harumframt verður søla av kaffi og leskiligum køkum frá Marietta, sum júst hevur latið kondittarí upp í sama bygningi, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, røður. Ása Olsen, forkvinna fyri stýrið og Torgerð Hansen, deildarleiðari, bóru eisini fram heilsan.
##med2##
Rani Nolsøe stóð fyri hugnaligum felagssangi, sum setti ein serliga dám á løtuna, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Hóast handilin er fluttur av Kambsdali, verður tó eisini nakað av virksemi í hølunum hjá Dugna á Kambsdali. Sum skilst verður verkstaður á Kambsdali.