Á fyrilestri á Segloftinum í kvøld í samband við umhvørvisvikuna, sum Tvøroyrar kommuna hevur skipað fyri, kunnaði stjórin á Dugna, Hedvig Johansdóttir, at Dugni letur upp deild í Suðuroynni, og at Eyðstein Jacobsen úr Hvalba er settur í starv sum leiðari á deildini.
Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Endamálið hjá Dugna er millum annað at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunnu fara til arbeiðis.
Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu í kvøld verður víst á, at Dugni nú hevur fýra deildir í Føroyum, nú Eyðstein Jacobsen byrjar í starvinum hin 1. juni, og verður tað hann, sum saman við einum starvsfólki fer at mynda og skipa virksemið hjá Dugna í Suðuroy.
- Vit fegnast um avgerðina hjá Dugna at lata deild upp í Suðuroy, og vit bjóða Dugna vælkomnum í oynna, eins og vit ynskja Eyðsteini Jacobsen blíðan byrð í starvinum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.
##med2##
Á myndini eru Stig Elttør, skúlaleiðari við Áir, Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, Jónleyg J. Bech, forkvinna í trivnaðarnevndini, Allan Mørkøre, deildarleiðari hjá Dugna á Hjalla, Alvi Mortensen, formaður í teknisku nevnd, Hedvig Johansdóttir, stjóri í Dugna, Eyðstein Jacobsen, deildarleiðari hjá Dugna í Suðuroy.