Grundleggjandi tørvurin á skúlagongd er somikið stórur, at skúlin við Áir strikar tilboðið um FHS fyri í staðin at seta á stovn ein fyrireikingarflokk til fólk, sum eru dottin úr fólkaskúlanum.
- Vit hava í fleiri ár sæð, at nógvir næmingar hava tørv á grundleggjandi undirvísing. Tað ætla vit so at gera nakað við í summar, sigur Kristina Toftegaard Larsen, stjóri á Dugna, sum rekur skúlan við Áir.
Fyri at nøkta henda tørvin hevur skúlin valt at steðga FHS-tilboðnum, sum skúlin hevur bjóðað síðstu árini. Í staðin skal arbeiðsorkan brúkast til eitt nýtt tilboð til tey, sum hava serliga stóran tørv.
- Talan verður um ein fyrireikingarflokk, sum kemur afturat okkara verandi tilboði um 9. flokk, sigur Kristina Toftegaard Larsen.
Stjórin í Dugna vísir á, at avgerðin um at strika FHS-tilboðið var lættari at taka, nú Handilsskúlin eisini bjóðar næmingum at taka FHS yvir tvey ár.
- Tað gevur okkum møguleika at miðsavna okkum um tað, sum vit allar helst skulu, sigur Kristina Toftegaard Larsen.
Nýggi fyrireikingarflokkurin verður settur á stovn í summar, og í fyrsta umfari verður pláss fyri 12 næmingum. 60 fólk standa á bíðilista til at verandi tilboð um 9. flokk á skúlanum við Áir. Skúlin fer nú at viðgera umsóknirnar og meta um, hvørji skulu sleppa inn til 9. flokk og hvørji hava størri tørv og tí fáa meira burturúr at koma inn í serliga fyrireikingarflokkin. Umsøkjarar fáa svar í apríl.
Hoyr samrøðu við Kristinu Toftegaard Larsen við at trýsta á pílin undir myndini.