TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Eyðun Klakstein, aftaná tepra, men týdningarmikla 2-1 sigurin hjá B36 yvir AB - fyrsti sigurin hjá B36 yvir AB í Gundadali í trý ár - sum heldur B36 frammi í oddinum í effodeildini.
Eyðun Klakstein sigur, at tað var ikki við í planleggingini, at teir so tíðliga í dystinum komu at spæla við einum manni í undirtali, men hann heldur, at hansara spælarar komu væl frá at spæla í undirtali í meir enn ein hálvleik.
Serliga fegin er Eyðun Klakstein um sínar dugnaligu áleyparar, sum prógvaðu, at dugur er eisini í teimum, tá B36 spælir í undirtalsstøðu.