Dugnaligir skiparar við Baki og Stelki

Av skipunum, sum Beta eigur og rekur, skara Bakur og Stelkur fram úr í veiði. Fram til endan av oktober í ár hava skipini fiskað tilsamans 5.600 tons, sum er meira enn helmingurin av tí, sum allir teir átta gomlu cuba-trolararnir veiddu eitt miðalár

Fiskivinna

 

Eitt miðalár veiddu teir átta sonevndu kubatrolararnir, sum P/F Beta í Saltangará átti, eini 10.000 tons tilsamans. Hesi skip eru nú øll farin úr flotanum, og nýggj eru komin í staðin.

Tey fyrstu nýggju skipini, sum komu í flotan fyri hesar gomlu, vóru Bakur og Stelkur. Nú veiða bara hesir báðir meira enn helmingin av teirri miðalnøgd, sum hesir tilsamans átta áður veiddu í eitt hálvt ár.

Leggjast skal tó aftrat, at Bakur og Stelkur rættiliga skara fram úr í nýggja flotanum hjá Beta, sum Faroe Seafood eigur í dag.

 

Fiska óføra væl

Fram til 31. oktober í ár hava hesi bæði skipini fiskað tilsamans 5.600 tons, og tað eru heili 1.400 tons meia enn parið hjá Beta, sum liggur á øðrum plássi í veiðinøgd.

Skipini, sum eru næstir Baki og Stelki, eru nevniliga Rókur og Lerkur, sum tilsamans við endan av oktober høvdu fiskað 4.200 tons.

Nýggjastu skipini hjá felagnum, Heykur og Falkur, høvdu fiskað 4.100 tons.

Leggjast skal tó aftrat, at Falkur lá leingi í summar, tá skipið fekk stóran skaða á skrokkin, meðan teir vóru á fiskileið.

Umvælingararbeiði var meira umfatandi og tók longri tíð enn væntað.

Bakur og Falkur hava verið fleiri tímar í sjónum enn hini bæði pørini í hesum fiskiári, men í heyst vóru skipini kortini til klassingar, og tá mistu tey eisini fiskitíð.

At enda kunnu vit leggja aftrat, at tað ikki hevur gingið so væl hjá Jaspis og Ametyst í ár. Teir høvdu fiskað tilsamans 2.600 tons, tá oktober mánaði var liðugur.

 

Grammir skiparar

Skiparar á Baki og Stelki eru brøðurnir, Kjartan og Jákup Pauli Egholm, sum hava sínar røtur á hvalvíkarleiðini. Fyrrnevndi býr á Eiði, hin í Fuglafirði.

Sigast má, at hesir menn og brøður eru rættiliga grammir, tá ræður og veiði.

Bakur og Stelkur hava tilsamans tríggjar skiparar, og avloysari hjá brøðurunum báðum er Eyðfinn, sum eisini roynist drúgvur á skipsbrúgv.