Dugdi sær ikki hógv heima við hús

- Persónurin varð tikin við á støðina, men sleppur út aftur sum skjótast, sigur løgreglan.

Løgreglan hevur eftir øllum at døma havt eina rímiliga friðarliga nátt.

 

- Onkur mál eru, sum vit arbeiða við, og her skulu avhoyringar gerast.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í nátt varð løgreglan boðsend til húsaófrið.

 

- Talan var um ein persón, sum ikki dugdi sær hógv heima við hús.

 

Løgreglan sigur, at persónurin varð tikin við á støðina, men sleppur út aftur sum skjótast.