- Tann yvirskipaða yvirskriftin fyri fiskivinnunýskipanina hjá sitandi samgongu hevur verið, at vit skulu fara frá politiskari útluting til eina marknaðargrundaða skipan. Men, nú vit síggja uppskotið hjá samgonguni til nýskipan, mugu vit bara staðfesta, at tað júst er tað øvuta sum hendir.
Tað sigur Felagið Nótaskip í dag. Felagið vísir á, at Føroyar hava eina marknaðargrundaða skipan, og innan fyri galdandi fiskivinnulóggávu hevur borið til at keypa og selja fiskidagar og eginkvotur.
- Tað kann neyvan vera onnur orsøk til hetta enn, at politiska skipanin hevur havt ynski um, at vinnan sjálv skuldi syrgja fyri teimum neyðugu tillagingunum fyri at fáa eina lønandi vinnu.
Felagið Nótaskip vísir á, at vinnan sanniliga hevur brúkt henda møguleika, tí innan fyri karmarnar av verandi skipan er farið fram uppkeyp av skipum og kvotum, samanleggingar av loyvum og annað við tí endamáli at fáa ein lønandi rakstur.
- Vit kunnu taka nótaskipini sum dømi. Tá skipatalið var upp á tað mesta, vóru 21 skip við nótaloyvum. Tað vóru nakrir dugnaligir reiðarar, sum fingu tað at bera til og við tí avlopi, sum teir megnaðu at fáa í raksturin, keyptu teir onnur skip og loyvir, sum skapti grundarlag fyri at byggja nýggj og effektiv nótaskip, sum nú bara eru sjey í tali.
Felagið Nótaskip leggur dent á, at soleiðis virkar ein marknaðargrundað skipan.
- Tað er rætt, at teir, sum hava selt, hava fingið ein vinning, men har er ábyrgdin hjá politikarunum. Teir kundu fyri langari tíð síðan havt lóggivið fyri at brandskattað henda vinning, sigur felagið á síni heimasíðu í dag.