Duga ov illa at lesa

Triði hvør skúlanæmingur í 9. flokki í Føroyum hevur ikki tann lesiførleika sum krevst til víðari útbúgving, ei heldur til at kunna røkja mong vanlig størv. Í nýggjastu PISA-kanningini, sum varð almannakunngjørd í Mentamálaráðnum í morgun, er greitt, at Føroyar liggja í niðasta triðinginum av kannaðum londum.

Og tó.

Úrslitið hesaferð er frægari enn í kanningini fyri trimum árum síðan, men enn vantar nógv í, áðrenn okkara næmingar koma upp á tað støði, sum er í hinum Norðurlondunum.

Eitt av úrslitunum í PISA-kanningini hesaferð er, at meiri enn triði hvør næmingur í 9. flokki í Føroyum verður ikki mettur at hava so frægan virkisføran lesiførleika, sum krevst til víðari útbúgving og annars til vanlig størv.

Kanningin hesaferð, sum 65 lond eru við í, leggur serliga dent á lesiførleika.