Føroyska uppsjóvarvinnan dugir ikki nóg væl at brúka lobbyismu, sum uppsjóvarvinnan í ES dugir.
Tað heldur Óli Samró, fiskivinnugreinari og fyrireikari av fyrilestri á Kambsdali í kvøld undir heitinum Pelagiska Kríggið - lobbyisman sterk og lívfrøðin veik.
Hann heldur, at Føroyar eiga at hava fleiri fólk í Brússel, sum burturav arbeiða við at ávirka systemið í ES.
- Sum nú er hava Føroyar lítla ávirkan í ES, av tí orsøk, at vit ikki í nóg stóran mun eru til staðar og hava lobbyistar á sama hátt sum hini londini, sigur Óli Samró.
Hoyr samrøðu við Óla Samró við at trýsta á pílin undir myndini.