Tað heldur í øllum førum stjórin, Keld Jensen í Marketwatch, ið er ein altjóða ráðgevingarfyritøka við sergrein í samráðingarteknikki. – Nógvir leiðarar eru ótilvitaðir og ódugnaligir í samráðingarstøðum. Teir ímynda sær, at hetta er nakað sum teir duga, tí at teir sum leiðarar hava roynt hetta nakrar ferðir. Men flestu teirra hava ikki lært at nýta samráðingar sum eitt professionelt amboð, og teir hava tí ikki gjørt sær greitt, hvat teir ætla sær, sigur hann. Teir gerast ístaðin kenslubornir og beinleiðis stoyttir, um teir ikki fáa tað sum teir ynsktu sær.