Fyri triðju ferð í bara fýra umførum spældi B36 javnleik ímóti einum liði úr tí sonevnda "Botn 5". Í dag var talan um 1-1 javnleik ímóti AB úti í Vika á Argjum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg aftaná 1-1 javnleikin ímóti AB.
Jákup á Borg ásannar, at tað er ein afturvendandi trupuleiki, at B36 ikki dugir at avgera dystirnar ímóti liðunum úr niðaru hálvu í Betrideildini. Jákup á Borg heldur tó ikki, at hugburðurin manglar, men heldur at taka av málmøguleikunum.
Nú ger Jákup á Borg klárt til eina steypafinalu ímóti HB. Í fjør rakti B36 ikki dagin í steypafinaluni ímóti NSÍ. Tað ætlar Jákup á Borg ikki skal endurtaka seg í ár.
Samrøðan FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel hoyrist HER