Gamla Liverpool-hetjan Jamie Carragher er sum flest onnur, ið stuðla Liverpool FC lættur um, at tað er eydnast felagnum at sleppa av við Raheem Sterling til Manchester City fyri ein prís, sum svarar til eina hálva miljard krónur í okkara peningi.
Jamie Carragher heldur, at Liverpool FC hevur veruliga skotið pápageykin við at fáa ein slíkan metprís fyri Raheem Sterling. Í eftirmetingini er Jamie Carragher tó ikki so lítið speiskur: - Eg hevði ynskt, at Liverpool dugdi líka væl at keypa spælarar, sum teir duga at selja spælarar, skrivar Jamie Carragher á Twitter.
Víðari skrivar Jamie Carragher: - Sterling er ein góður, ungur spælari, men hann hevur ikki avrikað líka nógv, sum Michael Owen, Wayne Rooney, Robbie Fowler ella Ryan Giggs. Tað er einki at taka feil av, at Liverpool hevur skorað kassan við hesi avtaluni, staðfestir Jamie Carragher.
Um Raheem Sterling vinnur heiti fyri Manchester City, og ger, at City vinnur Champions League, so er hann verdur allar pengarnar, heldur Jamie Carragher. Carragher sær fyri sær, at Raheem Sterling gerst ein stór stjørna, og ein profilur á enska landsliðnum.










